Tá koronutíðin endiliga var av
Fýra ár eru liðin, síðani seinstu skuggarnir av korona endiliga vóru burtur. Nú var alt við tað gamla aftur, og í apríl 2022 kundu vit skriva soleiðis til teirra, sum vit plagdu at savna saman til seniorsamkomu.
”Nú ið várið er komið, summarið nærkast og korona ikki órógvar longur, vilja vit fegin bjóða til seniorsamkomu í Kristnastovu”.
Sólin skein so fagurliga, tá vit hittust á seniorsamkomu mikudagin 4. mai í 2022. Flestu av luttakarunum, sum síggjast her, hava vit kent í mong ár, og vit gleðast um tey høvi, vit framvegis fáa at vera saman við teimum, hóast tað ikki er so ofta sum fyrr.
Farið var útum eina løtu, har vit fingu høvi at taka eina felagsmynd í góðveðrinum.


