Várið er komið –
Farið er um grækarismessu, og í Føroyum gleðast tey um tjøldrini, sum komin eru aftur til klettarnar. Eftir ein kaldan vetur við kava og frosti kom lýðka umsíðir í luftina, og her í Danmark eru smáu, litríku várblómurnar, snjóklokkur (vintergæk), erantis og krokus nú at síggja. Nakað soleiðis tóktist tað eisini vera í 2012, tá sangurin “Várið er komið” varð skrivaður. Brádliga kom vársins lýðka í luftina. Lagið varð gjørt frammanundan og tóktist mær vera hóskandi at fagna várinum við – og eisini at minnast tað vár, ið væntar fólki Guds.
Sangurin er at finna í Nýggju Sangbók nr. 1462, og teksturin er her:
Várið er komið, tað grønkast í líðum,
heimkomnir fuglar nú heilsa tær blítt.
Fara vit skulu mót ljósari tíðum,
tá ið alt landið so fagurt er skrýtt.
Myrkar og hugtungar hávetursløtur
køvandi kendust á megi og mátt.
Sólin nú sær yvir fjøll, yvir fløtur,
lívsvónir vinna á dimmari nátt.
Vetur var langur og stuttur var dagur,
følnað hvør blóma og stirnað var lund,
titandi smáfuglur reiðrast nú glaður
vaknandi lív eftir vetrarsins blund.
Fannir í fjøllum í vavi nú minka,
spælandi smábørn í túninum her.
Støðugt mót sumri hvønn dag fer at kvinka
inntil umsíðir tað hásummar er.
—-
Fólk Guds, tað fer móti ljósari tíðum,
várið hitt æviga bíða mær man.
Tá tað av sonnum skal grønkast í líðum,
songurin ljóma, sum tagna ei kann.
Tøkk fái Gud fyri ljósið og várið,
og fyri lívið, ið fall mær í lut.
Fyri tað náði sum varar alt árið.
og fyri frelsuna tøkk fái Gud!
* Orð/lag: ØB NÓTAR – trýst her
