Eg goymi orð Títt í hjartanum
Eg minnist væl onglendingin Geoffrey Bull, sum kom til Føroya mitt í sekstiárunum, vitjaði fleiri samkomur og talaði orð Guds. Hann var eitt kent navn millum fólk í Bretlandi, tí hann hevði eina rættiliga serstaka søgu. Geoffrey Bull hevði verið trúboðari í Tibet, men varð tikin av kommunistunum, sum hildu hann vera spión. Hann varð settur í fongsul í Kina, har teir royndu at heilavaska hann. Har kom hann at vera í trý ár.
Tað trýst, hesin maður varð útsettur fyri, var ómenniskjaligt. Hvussu kundi hann koma varveittur gjøgnum hesa eldroynd? Við at halda fast við orð Guds, sum hann hevði lært at kenna og elska. Hann hevði onga bíbliu hjá sær, men hann fór í staðin í minninum gjøgnum bøkur bíbliunnar. Tað gjørdi hann systematiskt frá 1. Mósebók og úteftir. Hann kom varveittur gjøgnum hesa sváru tíð við at minna seg støðugt á Orðið. Geoffrey Bull gjørdist fegin, tá hann ein dag hoyrdi ein fanga syngja í einum øðrum fangarúmið, sum lá á eini hædd niðriundir. Sangurin, hann hoyrdi fangan syngja, var “ Framá Kristi stríðsmenn, framá, hvør ið kann”. Tað minti hann á, at hann var ikki einsamallur.
Eftir trý royndarár í fangahúsi í Kina, varð Geoffrey Bull umsíðir leyslatin og kom heimaftur. Hann kundi nú greiða frá, hvussu Harrin hevði varveitt hann hóast tann svára ágang, hann hevði verið útsettur fyri. Ein talandi vitnisburður.
Orðið í Sálmi 119,11 sigur “Eg goymi orð Títt í hjartanum, fyri at eg skal ikki synda móti Tær.” Vitnisburðurin hjá hesum vitni Harrans, talar fyri seg. At kenna orð og lyfti Guds er ein vernd í royndarstundini. Og hóast vit kanska ikki uppliva tílíkt trýst á okkara leiðum, so kunnu tað koma aðrar avbjóðingar. Les tí í Orði Guds, lær tað at kenna, og goym tað í hjarta tínum.
Ognist mær so Orðið,
trúgv mín, mennist hon,
treingist trá til álit
á Guds egna son.
Tryggur í hans ørmum,
lýðin gerist eg,
vaksandi í náði,
gangi Harrans veg.
(nr. 75 í NSGF)
ø.

