Tveir góðir samverkamenn
Nøkur okkara minnast Kaj Johannesen, sum var kendur skipari og talari á tíð síni. Hansara magnfulla rødd var ofta at hoyra á møtum heima í Føroyum. Sum eldri maður virkaði hann ofta í samfelag við Poul Færø, sum nú hevur havt eina lívslanga hirðatænastu millum fólk í samkomum okkara.
Sera gott samverk var millum teir báðar. Hóast aldursmunurin var stórur, var tað týðuligt, at teir vóru góðir vinir og samverkamenn í tænastuni.
Viðlagt her er brot úr blaðnum Boðberin, sum Kristnastova gav út í mong ár. Brotið er úr grein um leguna, vit høvdu í Høve á Norðursjællandi í 1978, har Kaj Johannesen og Poul Færø vóru millum okkara og luttóku á bíbliutímum og orðaskifti.
Poul Færø skrivar soleiðis um Kaj á sínum facebookvanga herfyri: “Tíðina eftir eitt langt og mangan baldrut lív á sjónum, byrjaði hann eina nýggja tilveru sum heimamaður, og vit báðir knýttust saman í andaliga verkinum her á landi – virkandi, eins og vit lesa um í 2. Kor. 5:20:”Vit eru tá sendiboð í stað Kristusar, sum tað hevði verið Gud, ið áminti við okkum; vit biðja í stað Kristusar: Verðið sátt við Gud!”.
Nú eru longu mong ár, síðani Kaj Johannesen fór heim til Harran. Poul Færø er framvegis millum okkara og verður 88 ár hósdagin 13. februar. Vit heilsa honum hjartaliga á degnum, takkandi fyri signað samfelag og samverk í tíðini, sum farin er.
– Øssur

