Hugleiðing á føðingardegi faðirs
Í dag, 22 desember 2025, eru liðin 115 ár, síðani pápi mín, Sigurd Berghamar, var borin í heim. Hann andaðist 21. juli í 2003, 92 ára gamal.
Tvær føroyskar bøkur komu út av hansara hond. Tann fyrra var “Bíbliuorðabókin”, sum hann í 1989 fekk M.A. Jacobsens heiðursløn fyri, og hin var “Men Gud gav vøkst – um William Sloan og fyrstu samkomurnar.”
Hann hevði nógvan alsk til móðurmálið, sum mentist mikið í hansara tíð, og føroyska bíblian var eitt av stóru hjartamálunum. Tað kemur eisini fram í takkarorðum hansara, tá hann tók ímóti M.A.J.virðslønini. Orðini vóru hesi:
Eg eri sera takksamur fyri ta viðurkenning, ið nevndin hevur sýnt hesum lítla ískoyti til bókmentir okkara. Loyvi mær í stuttum at tríva í okkurt frá mínum yngri árum sum eina frágreiðing – ella skulu vit siga umbering – fyri, hví júst eg fór at koma við eini slíkari bók.
Lærdur málfrøðingur eri eg ikki. Í barnaskúlanum í Klaksvík lærdu vit í tjúguárunum eitt sindur av føroyskum, men føroyskur lesnaður var lítil og eingin.
M.A. Jacobsen
Hesar virðislønir verða latnar í navni M.A. Jacobsens. Tað er ikki minni enn einki, eg kom at hava saman við hesum “høgt mentaða og siðprúða manni”, sum Chr. Matras tók til.
Í desember 1932 kom eg í Sjóvinnubankan, sum lat upp tá. Skriftmálið var danskt. Thorstein Petersen, stjóri, bað meg gera ein lista yvir orð, ið skuldu umsetast til føroyskt, og hann heitti á Mass Jacobsen (M. A. Jacobsen) um at leiðbeina meg. Vit fingu gjørt ein orðalista, og sigast kann, at tá vóru lunnar lagdir undir føroyskt bankamál.
Í tríatiárunum fór Victor Danielsen undir bíbliutýðing, og eg kom at vera við til rættlestur av Nýggja Testamenti, sum kom út í 1937. Eftir stríðslok var eg við í rættlestri o.ø. til bíblian kom út í 1949.
Bíblian á føroyskum
Mangan varð havt á munni, at vit áttu at havt orðabók til føroysku bíbliuna, men árini fóru, og eingin fór undir hetta.
Tá ið eg var farin úr starvi vegna aldur, kendi eg eina ábyrgd av hesum. Eg gjørdi av at royna, og væl varð tikið undir at fáa bókina útgivna.
Prentiarbiðið var sera væl gjørt í Gøtu hjá Effzett og innbindingin í Havn hjá Helge Justinussen.
Eg eri takksamur fyri eggjan og lætta, ið eg fekk, meðan arbeiðið fór fram. Nakað av hjálp fekk eg frá mínum næstringum. Eg má nevna systur mína, Jónu, sum handskrivaði handritið og las rættlestrarnar við mær.
Eg fari so einaferð enn at takka fyri virðislønina, sum eg loyvi mær at taka sum eina góðkenning av hesum tóli til meiri kannan og kunnleika til Bók bókanna, Bíbliuna.
Her kann so skoytast uppí, at M.A.J. hátíðarhaldið í 1989 varð hildið í Aulini á Kummunskúlanum í Havn. Dupultkvartettin var við og sang tveir sangir. Annar teirra var sangurin ” Hin himmalska hond”, sum pápi mín hevði skrivað nøkur ár frammanundan. Teksturin stendur niðanfyri. Hann er annars nummar 26 í Nýggju Sangbók Guds Fólks.
Hendan dag, 22. desember – tá mamma altíð royndi at halda føðingardag mitt í jólameldrinum – minnist eg faðir og móðir við stórum takksemi til Harran.
– Øssur
HIN HIMMALSKA HOND
Upphavsins heim svarta syndnáttin fjaldi,
dapurt og oyðið um høv og um lond.
Brádliga ljósið um alheimin spældi
– har var hin himmalska hond.
Hjún vórðu sett í hin blómandi garðin.
Teskandi hoyrdist hin røddin so vond.
Fallið var komið, og dýrdin var farin
– sveik ei hin himmalska hond.
Arvaði ættin so syndina svørtu,
bannað av Gudi var likam og ond.
Bøtti tó blóð fyri iðrandi hjørtu
– bjargandi himmalska hond.
Frelsarin kom, hann, sum synd kundi gjalda,
loysa við blóði tey fjøtrandi bond,
prógvaði lyfti frá fyrndum at halda
– trúfasta himmalska hond.
Aftur skal koma hin Frelsarin mæti,
børn síni flyta til Himmalsins strond,
vælkomin saman í dýrdligum sæti
býður hin himmalska hond.
. Orð: Sigurd Berghamar – Lag: ØB


