Tá vit máttu syngja uttanfyri
Í hesum døgum koma ungir føroyingar í hópatali til Danmarkar fyri at fara undir lesnað aftur – eftir at hava verið heima í summarfrí. Nøkur koma á fyrsta sinni. Í mong ár hava vit roynt at tikið væl móti teimum, sum eru undir útbúgving, men fyri fimm árum síðani var alt øðrvísi. Koronasmiittan herjaði. Fríggjakvøldsmøtini vóru avlýst, men vit hildu fast við møtið sunnudag – og í august mánað vóru krøvini linkað nakað. Vit kundu ikki syngja saman inni í salinum, men vit kundu syngja uttanfyri – tó í koronafrástøðu. So vit valdu at byrja møtið við lovsangi og bøn í urtagarðinum, og tað var avgjørt betri enn at einki var. Aftaná sangin var farið inn í salin.
Tað var ein undarlig og ørkimlandi tíð. Arbeiði okkara var skert munandi. Talandi eru myndirnar, sum síggjast niðanfyri, tiknar í august og september. Tíbetur leiddi Harrin okkum gjøgnum koronatíðina, so aftur var frítt at savnast. Í dag eiga vit at minnast, hvussu dýrabart frælsið er.
Hesi orð stóðu á heimasíðuni í august 2020:
Sunnudagin 23. august var talið á fólki, sum kom á møti í Kristnastovu, vaksið munandi, nú fleiri lesandi eru komin niðuraftur til Danmarkar. Um vit skuldu syngja saman, skuldi tað helst vera uttanfyri, vegna tey tilmæli, sum eru galdandi hesa tíðina. Tí byrjaði møtið við lovsangi á terassuni og grasvøllinum. Síðani fór restin av møtinum fram innanfyri við breyðbróting, takkargerð og boðskapi. Hetta varð eitt sindur øðrvísi enn vanligt, men eydnaðist væl, og tað kendist gott at lovsyngja Harranum hendan vakra morgun úti í hugnaliga urtagarðinum á Birmavej 36.
Hildið verður nú fram á hendan hátt teir komandi sunnudagarnar – við sangløtu uttanfyri, tá tað viðrar.






