Handbøkur til alla bíbliuna
So er triðja bíbliuhandbókin hjá Warren W. Wiersbe útkomin, útgivin av Leirkerinum. og tað er at fegnast um. Tí hetta vil siga, at føroyingar nú hava atgongd til nakrar góðar og hentar viðmerkingar til hvørja einastu bók í bíbliuni.
Bókin, sum nú er útkomin, er hin síðsta í røðini við viðmerkingum til hvønn kapittul í Bíbliuni. Fyrsta bókin – „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Nýggja Testamenti“ – kom í 2019. Onnur bókin – „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – fyrri partur“, kom í 2022. Og nú í 2025 kom triðja bókin: „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – seinni partur“.
Warren W. Wiersbe,
ið hevur skrivað bøkurnar, varð føddur í amerikanska statinum, Indiana, 16. mai 1929 og andaðist 2. mai 2019, 89 ára gamal. Hann sá alsk sín til at lýsa og greiða frá Skriftunum sum eina gávu, Gud hevði givið honum, øðrum til hjálpar. “Eg geri ikki annað enn at nýta tað, Hann hevur givið mær, til at læra onnur og at geva Harranum Jesusi Kristi dýrd”, vóru m.a. orð hansara. Mong eru eisini tey, sum hava havt signing av hansara bókum og bibluútleggingum.
Páll á Lakjuni
hevur gjørt eitt megnarverk við at umseta hesar bøkur til føroyskt við tí rúgvismikla innihaldi, sum her er til taks – tó merkt av stuttum, fyndigum og vígandi viðmerkingum til hvønn kapittul.. Páll nýtir eisini eitt gott og skilligt mál í umseting síni. Hetta er eftir mínum tykki ein bíbliuhandbók á høgum støði, sum øll, ið lesa í bíbliuni, eiga at fáa gagn av.
Vónandi fer eisini unga ættarliðið at taka hesar bøkur til sín, sum kunnu vera teimum ein hent hjálp til at kenna Orðið betur.
– ø

