Hátt á einum kletti

Litli vitin á Hoyvíkshólmi hevur ivaleyst mangan verið hentur gjøgnum farna tíð, tí nógv ferðsla hevur verið framvið – til og úr Havnini.
Vitarnir í Føroyum hava gjøgnum øldir havt stóran týdning fyri skip og bátar, sum hava siglt framvið landi okkara, har mangir boðar og sker eru. Tigandi hava teir staðið á hvør sínum plássi og lýst upp, soleiðis at sjófólk okkara kundi kenna seg tryggan, tá siglt var til og frá ymsu havnunum í Føroyum.
Sangurin um vitan er skrivaður av Zacharias Zachariassen, og er ein hugtakandi og málandi lýsing av tí uppgávu, sum ein viti hevur. Í seinasta ørindi kemur so myndatalan, har víst verður á, at vit eiga sum kristin at lýsa fyri Jesus, harra og frelsara okkara.
Hátt á einum kletti ein viti stóð,
gav sær ikki far um fjøru ella flóð,
grundaður á hellu, tryggur stóð hann har,
kastaði sítt ljós bæði fjart og nær.
Um á vetri brimið í bergið stóð,
kavarok og regn og vindur vitan sló.
Og um summarlýkkan kíndi vitans brá,
skein hann líka trútt yvir havsins vág.
Millum riv og vandar, á veg til lands,
mong ein skúta takksom vitanum gav ans.
Sóu teir hann skyggja, stýrdu teir hans leið,
vandaleys var skútan og kósin greið.
Eins og hesin vitin á myrkum veg
Jesus vil, at tú skalt lýsa fyri seg.
Mangur er í vanda, mangur einki sær,
lýs tí fyri hann bæði fjart og nær.
Vit, ið játta trúgv á Jesus, eru sett sum “himmalljós í heiminum” (Fil. 2,15). Lýsa vit eins og vitar, vísandi menniskjum á Jesus? Ø.