Tíggju ár við nýggju sangbók
Nýggja Sangbók Guds Fólks varð útgivin í 2015 og framløgd á einum samfelagsmøti á hvítusunnu í Klaksvík. Tað eru sostatt 10 ár, síðani henda snøgga bókin kom út við við 1504 sálmum og sangum – útgivin av Sálmabókagrunninum.
Eg var við í arbeiðnum at gjøgnumganga rúgvismikla tilfarið av sangum, sum var til taks, og tilrættisleggja bókina. Hetta var áhugavert og ikki sørt krevjandi arbeiði, sum fleiri luttóku í. Árni Jacobsen og Zacharias Zachariassen vóru tveir teirra – báðir eru nú heima hjá Harranum. Teir yrktu og týddu sjálvir hópin av sangum, sum vit hava tikið til okkara og syngja í dag.
Myndir frá fundi saman við nevnarlimum síggjast niðast á síðuni.
Eg fekk annars høvi at bera nakrar hugleiðingar fram í samband við framløguna 24. mai 2015. Niðanfyri er meginparturin av tí, eg bar fram:
Lovsangurin til Harran
Sangurin er ein týðandi partur av okkara gudsdýrkan. Hann ein lovsangur fyri frelsu Hansara, men avspeglar eisini lív teirra trúgvandi , har tað er longsil eftir Gudi, bøn, hjartasuff, trúgv og ákallan. Hetta sæst í Sálmunum, og eisini í NSGF.
Bókin spennir víða. Her eru gomlu klassikararnir “Lívsæla vissa” “Hvat var verðin uttan Jesus” og aðrir, ið vit ikki kunnu vera fyriuttan – men so eru eisini fleiri av teimum nýggju, sum eru komnir fram seinnu árini.
Susan plagar at siga, at hon sum yngri sang sína teologi upp á pláss. Hon er ikki uppvaksin við Orðinum, men góðu ensku sálmarnir hjálptu henni at skilja sannleikar í bíbliuni. So vit skulu heldur ikki undirmeta tann partin: at nógv av tí, vit læra, finst í sálmum og sangum okkara.
Harrin er mín styrki.
Vit hava sungið kórið “Harrin er mín styrki og mín lovsongur, Hann var mær til frelsu”. Hetta eru orð, heintað úr fyrsta lovsanginum, sum stendur í Bíbliuni. Ísraelsfólk standa hinumegin Reyða Hav og síggja undurverk Harrans. Fólkið sker út í lovsang og syngja: “HARRIN er styrki og lovsongur mín. Hann varð frelsa mín.” (2. Mós. 15,3). Orðið sigur eisini, at Miriam, systir Mósesar, skipaði sangin. Hetta ber boð um, at longu fyrsti sangurin í bíbliuni var skipaður, so hann skuldi syngjast væl, Harranum til heiðurs.
Samkoma Kristusar hevur sungið gjøgnum øldir allastaðni, har orðið um Hann hevur verið boðað og móttikið. Tað er Nýggja Sangbók eitt livandi dømi um. Sangurin í samkomunum í Føroyum hevur ljóðað inni og úti – í heimum, í samkomum og umborð á skipum. Vit hava verið signað við sangarum, sum mangan lyftu okkum upp á hægri grund. Nógvir teirra eru heima hjá Harranum.
Gomlu grammofonpláturnar.
Minnist væl gomlu 78-pláturnar við manskórinum í Betesda – og teirra reystu røddir. Líggjas á Váli, Essa og Jósup Jacobsen og aðrir sungu sangir, ið ljóðaðu um alt landið. Tað var forkunnugt tá. Sangurin merkti komur og fráferðir. Tá ið vit eitt nú søgdu hvørjum øðrum farvæl aftan á samfelagsmøtini, so var tað við fleirrøddaðum sangi.
Minnist væl, tá ið trolarin Fiskanes fór frá landi í besta veðri, at ein upptøka við Ingálvi av Reyni varð skrúvaður fult frá við sanginum “Eg sigli fram yvir lívsins hav” sum hoyrdist um alla Havnina.
Men eisini er ymist stuttligt at hugsa um. T.d. at Petur Háberg skrivaði sangin “Halleluja syngur í mínum hjarta” – men helt, at sangurin kanska var í so lívligur til Ebenezer, so Frelsunarherurin fekk hann í fyrstu atløgu. Men síðani kom sangurin “heimaftur”, tá tíðin var búgvin. Soleiðis er sangurin knýttur til hendingar og tíðir – og helst hava vit øll okkara egnu “søgur um sangir” ið hava týdning fyri okkum.
Victor Danielsen
Ein slíkan dag mugu vera takksom fyri mann, sum Victor Danielsen. Mannin sum legði lunnar undir verkið og gav okkum so nógvar góðar sangir og sálmar, týddar og yrktar. Eg hugsi ikki bara um málsligu og skaldsligu dygdirnar, men eisini andaliga flogið, nógvir teirra hava – her er eitt dømi:
Mítt akker er fallið í hvílunnar havn,
ei meir út á havið tað ber.
Lat bylgjurnar slá, tær meg ei kunnu ná
í lívd av Guds kærleika her.
Flótandi føroyskt mál. Inniliga og beinrakið – og tað fer til hjartað.
Victor Danielsen minnist eg væl, bæði frá møtum, men eisini persónliga, tí pápi mín rættlas nógv av tí, hann skrivaði. Mær kemur í huga eitt møti í gamla salinum á Toftum. Síggi fyri mær Victor á einum av tvørbeinkjunum. Hann reisist, fer at tala við sínum eyðkenda, stíli, sum fekk fólk at lurta, og sipar so til sangin “onkur ferðaðist víða um land og um hav.” Hetta er sangur um himmalin – kanska høvdu vit sungið hann frammanundan? Versið, hann endurgav, var hetta:
Nei, her lærdi og hoyrdi eg um hann og tá – onga bíbliu meir nýtist eg
og ei songbók, eg andlit til andlit skal sjá, teg, mín harri, og tilbiðja teg.
Hann gjørdist rørdur, og mátti steðga á, meðan hann citeraði sangin. Eg havi nokk ikki verið meira enn 16-17 ár, men hugsaði við mær: Hetta er serstakt – tí her stendur maðurin, sum hevur givið okkum bæði bíbliuna og sangbókina og sær nú fram til ta tíð, tá alt er fullkomið – og ongar bøkur nýtast longur. Men Victor var ein trúarmaður, sum megnaði at síggja longur enn tað, hann hevði vígt sítt lív til.
NSGF er ein arvur
vit fegin geva víðari. Og til yngra ættarliðið vil eg siga: Gott at tit syngja lovsangir til Harran við nýggjari løgum, men gloymi ikki hesar gomlu, góðu sangir og sálmar, vit hava fingið handað frá teimum, ið undan gingu. Tí her er talan um ein dýrgrip, ja ein mentunararv, sum vit eiga at verja um og vera góð við.
Harrans fólk er eitt fólk á ferð til Zions stað – og vit fara syngjandi heim. Haldi tað vera áhugavert, sum stendur í Op. 15,3: Tey sungu song Mósesar, tænara Guds, og song lambsins; tey søgdu: “Stór og undurfull eru verk Tíni Harri Gud, Tú Alvaldi! Rættvísir og sannir eru vegir Tínir, Tú kongur tjóðanna!
Tað verður stórt hjá Harrans fólki at syngja song lambsins í himli og lovprísa Gudi fyri frelsuna, sum okkum veittist í Kristusi. Men at songur Mósesar, sum var sungin við Reyðahavið, eisini verður sungin harheima, er áhugavert. Kanska ein ábending um, at sangurin, vit syngja her á foldum, ekkóar í himli. Sangurin um frelsuna fer at fylla himmalin, tá ymisku ættarliðini frá øllum tungumálum taka hvønn annan í hondina og syngja Lambinum prís. Tað gleða vit okkum til.
Nýti hana!
Latið okkum taka nýggju sangbókina til okkum, brúka hana, vera góð við hana og læra sangirnar at kenna. Haldi ikki vit kunnu vera hana fyriuttan. So Harrin signi ríkliga sangin og sangbókina millum Harrans fólk her á landi, eins og hann áður hevur gjørt – í navni Jesusar!
——
MYNDIRNAR NIÐANFYRI
eru frá fundi í Sálmabókagrunninum, har Nýggja Sangbók er til viðgerðar. Tey, sum eru við á myndini, eru: Zacharias Zachariassen, Flóvin Tyril, Árni Jacobsen, Meta av Fløtum, Alexander Samuelsen, Jóannes Hansen, John í Skemmuni og Niels Johannesen. Av teimum eru Árni Jacobsen og Zacharias Zachariassen ikki longur millum okkara.





