Ognist mær so Orðið
Í Sálmi 119,11 standa hesi orð: “Eg goymi orð Títt í hjartanum, fyri at eg skal ikki synda móti Tær”. Gera vit tað? Tað hevur nakað við raðfesting at gera – um vit hava givið Orðinum tað pláss, tað eigur í okkara gerandisdegi. Lesa, grunda, biðja og geva Orðinum gætur.
Minnist fyrrverandi trúboðarin, Geofree Bull, sum kom til Føroya í 60-unum og vitjaði samkomurnar. Ein góður bíbluundirvísari. Men hann hevði eina dramatiska søgu, sum hann viðhvørt sipaði til. Var frammanundan trúboðari í Tibet og varð tikin av kommunistunum í Kina og hildin vera spión. Hann var settur í fongsil í Kina, har teir royndu at heilavaska hann.
Tað trýst hann var útsettur fyri, var ómenniskjaligt. Hvat varveitti hann? Sangurin og Orðið. Hann sang og citeraði Orðið fyri seg sjálvan. Systematiskt. Hann stóð ímóti trýstinum við Orðinum uttan at hava bíbliuna hjá sær og hann sang – tá hann kundi. Hann var fegin einaferð, tí hann hoyrdi ein annan fanga syngja í einum fangatyppi niðriundir: Framá Kristi strísðmenn, framá hvør, ið kann. So var hann greiður yvir, at hann var ikki einsamallur.
Goefree Bull fór gjøgnum bíbliuna, soleiðis sum hann mintist – frá 1. Mósebók og úteftir. Hann yvirlivdi andaliga og sinnisliga syngjandi og haldandi fast við Orðið. Hann hevði goymt Orðið í hjartanum.
Latið eisini okkum goyma Orðið og geva tað víðari.Tað er orð Harrans, sum livir og varir.
Ognist mær so Orðið, trúgv mín mennist hon.
Treingist trá til álit á Guds egna Son.
Tryggur í Hans ørmum lýðin gerist eg.
Vaksandi í náði gangi Harrans veg.
(nr. 75 í NSGF)
– ø.