Legan í Høve í 1977
Tað hendi so nógv í 70unum í samband við arbeiðið í Kristnastovu. Eitt nú byrjaðu føroysku legurnar í Norðursjællandi. Fyrstu legurnar vóru á Kongelejren í Ellinge Lyng, sum Apostolsk Kirke átti, og í 1977 varð farið eitt sindur longur norður. Tá var lega hildin í Høve í nøkrum bygningum, sum vóru ogn hjá Hvítusunnusamkomuni. Har vóru vit eisini í 1978, tá Poul Færø var gestatalari.
Hendan felagsmyndin er frá fyrru leguni. Mong kend andlit eru at síggja – nakrir av luttakarunum eru ikki longur millum okkara.
Haldi meg síggja, at fleiri av teim luttakandi eru komin úr Århus. Tað var gott samband millum okkum og lesandi føroyingar í Århus um hetta mundið. Mitt fyri stendur Rodmundur í Liða, sáli, sum hevði bíbliutímarnar á leguni. Hann var lækni og hevði tá arbeiði í Danmark. Tað sæst eisini á myndini, at allir tríggir synir hansara eru við á leguni.
Jú – mong góð minni hava vit frá tíðini, tá lunnar vórðu lagdir undir tað verk, sum fer fram enn í dag. Framvegis eru legur í Norðursjællandi – nú eru tær nakað sunnan fyri Gilleleje.
ø.
berghamar@kristnastova.dk