Sál mín hvílir

Viðhvørt verður tosað um um at “hvíla í sær sjálvum”. Og hóast vit helst skilja, hvat tað meinast við, er spurningurin, um ikki hendan orðingin er óheppin. Tí hann reisir spurningin: er tað innan í okkum sjálvum vit skulu finna hvílu?
Øðrvísi er við tí hvíluni, sum Jesus veitir teimum, ið trúgva á Hann. Hon botnar ikki í tí, vit sjálvi eru, men í tí, sum Hann er.

Sangurin “Jesus – sál mín hvílir, hvílir” talar um hesa signaða hvílu hins kristna. Eg knýti hendan sangin til møti í míni heimasamkomu í gomlum døgum, har hann viðhvørt plagdi at verða sungin. Eg eri komin aftur til hendan einfalda sangin á eldri árum. Hann samstemmar við tað, Jesus talar um í Matt. 11,28 tá Hann sigur “Komið higar til mín øll, ið strevast og hava tungt at bera. Eg skal geva tykkum hvílu.”  Her er ikki talan um at hvíla í sær sjálvum, men hjá Honum og í Honum, sum er hin góði hirðin, ið gav lív sítt fyri okkum. Hvílan er tengd til tað, Jesus er og hevur gjørt, tá Hann tók syndabyrði okkara.
Eg kom fram á eina einfalda innspæling av vakra og inniliga sanginum á enskum, har hann eitur “Jesus, I am resting, resting.” Sangurin kann hoyrast HER.
Føroyski teksturin í umseting Victor Danielsens er annars hesin:

Jesus, sál mín hvílir, hvílir í tí gleði, hvat tú ert,
og mítt hjarta sær hitt stóra í tær, Harri, bert
Tú meg baðst á teg at hyggja, og tín dýrd mín ogn er nú
Meg við tíni guddómsmegi heilan gjørdi tú

    Jesus, sál mín hvílir, hvílir
    í tí gleði, hvat tú ert,
    og mítt hjarta sær hitt stóra
    í tær, Harri, bert.

Á, hvør stór, hvør rík tín náði, víðari enn havið stórt,
á, hvør undurfull tann góðska, sum meg hevur ført
Elskaður í tær, eg hvíli tíni ríku náði í,
veit, í tær tey míni eru, øll Guds lyfti frí.

Einfalt við á teg at líta, mítt er ríkidømi títt,
og tín endaleysa náði mettar hjarta mítt,
stillar hjartans djúpa longsil, ger í vøtnunum ein veg
og umgirðir meg við signing, ja, tú elskar meg.
                       *  Jean S Pigott (Victor Danielsen týddi)

Sangurin er nr. 789 í Nýggju Sangbók Guds Fólks.
.

You may also like...