Lær meg tín veg

“Teach me Thy Way, oh Lord” eitur hann á upprunamálinum og er skrivaður út frá tekstinum í Sálmi 27,11: “Lær meg veg tín, HARRI”. Orð og lag til henda einfalda, inniliga sangin eru skrivað av bretanum, Benjamin Mansell Ramsey, sum livdi í tíðarskeiðinum 1849 – 1923.  Sangurin varð týddur til føroyskt fyri nøkrum árum síðani – nakað frítt tó – og hann er nr. 892 í Nýggju Sangbók Guds Fólks.
Hann kann hoyrast í vakrari útgávu á enskum – við einum eyka versi  HER.

Gud mín og frelsari,
lær meg tín veg.
Tu, sum ert kærleiki,
lær meg tín veg.
Gakk tú mær tætt við lið,
ljós tú mær veit og frið,
kraft til hvørt trúarstig,
lær meg tín veg!

Fjalir seg himmalin,
lær meg tín veg.
Myrkjast mær sál og sinn,
lær meg tín veg.
Ljós títt lat lýsa bjart,
reka burt myrkrið svart,
og – er mítt hjarta sært,
lær meg tín veg.

Hvat enn mín lutur er,
lær meg tín veg,
inntil eg einaferð
síggja skal teg.
Eyga mítt málið sær,
kransurin bíðar mær,
inntil eg eri har,
lær meg tín veg.

Orð/lag: BENJAMIN MANSELL RAMSEY.  Týtt: ØB

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *