Nýggj hvønn ein morgun

  Sólarglottar um jóltíðir í Havn – við útsýni móti Glyvursnesi

Millum teir lovsangir, vit syngja í Kristnastovu, er hesin ein av teimum afturvendandi. Hetta er ein stuttur sangur við einum versi, sum umtalar náði og trúfesti Harrans. Hann var eisini sungin nýggjársaftans morgun, tá vit nakrar tímar eftir skuldu fara inn í nýggja árið 2024:
Óbroytiligur er kærleiki Harrans.
Hans náði aldri burt takast kann,
hon er nýggj hvønn ein morgun,
nýggj hvønn ein morgun,
stór er tín trúfesti á Gud.

Orðini hava sína bakgrund í Sorgarsongunum (3,22-23), sum er ein av teim hugtungu brotunum í bíbliuni, skrivaðir eftir fall Jerusalems. Orðini har eru hesi: Tað er náði Harrans, at tað er ikki úti við okkum, hon er ikki uppi enn. Hon er nýggj hvønn ein morgun, stór er trúfesti tín”.
Sólin kemur seint á luftina hesa myrku tíð ársins. Vaknar tú um 8 tíðina, so er framvegis myrkt, bølamyrkt. Men so kemur broyting í. Umsíðir lýsnar, sólin rísur í eystri – og sum enski morgunsangurin “Morning has broken” sigur tað so vakurt í einum versi:

Mine is the sunlight, mine is the morning
Born of the one light, Eden saw play
Praise with elation, praise every morning
God’s recreation of the new day
.

Eftir eina myrka nátt rísur sólin og rystir náttina av sær. Ljósið vinnur á myrkrinum. Soleiðis eisini við náði Guds. Viðhvørt kennist tað myrkt rundan um okkum og kanska innan í okkum við. Men so er tað náði Guds, sum er nýggj hvønn ein morgun, og hansara trúfesti, sum er óbroytt. Hon er sum tað bjarta morgunljósið, ið vinnur á náttini og fær myrkrið at hvørva.
Tá ið ápostulin Paulus stríddist við ein trupuleika, segði Harrin við hann: “Náði mín er tær nóg mikið, tí kraft mín verður fullkomin í veikleika.”  (2. Kor. 12,9). Náði Guds er eisini okkum nóg mikið. Hon er nýggj hvønn ein morgun – eisini tá náttin er long og dagarnir stuttir.                                                                                                                                                                                                               Øssur

You may also like...