Á ferð mót lívsins ljósa landi
Dávid kongur greiðir í Sálmi 32 frá, hvussu Harrin greip inn í eina trongstøðu og dró hann upp úr undirgangsgrøvini. Hann setti føtur hansara á klett og gjørdi stig hansara føst. Og so leggur hann aftrat: ” Hann legði í munn mín nýggjan sang”.
Niðanfyri standandi sangurin er frá 2020 og er ein áminning um, hvussu Harrans fólk framvegis er eitt syngjandi fólk. Vit eru frelst úr okkara trongstøðu og hava ein nýggjan sang at syngja, meðan vit stevna fram móti “lívsins ljósa landi.”
Á ferð mót lívsins ljósa landi
vit framá ferðast lið um lið. .
Vit fara heim – vár sál og andi
við Kristi kross fekk lív og frið.
Við orði Guds á trúarvegi,
og lyftum Hans, so rík og mong,
vit fáa nýggja mátt og megi
og syngja kunnu takkarsong.
Ein nýggjan sang hin frelsti syngja kann
um Hann, sum lívið okkum vann.
Vit HONUM fagna – og aldri tagna
skal sangurin um frelsaran.
Um stundum veikir ljóða tónar
– tí ymiskt er, sum tyngja kann –
so tó á Harran sálin vónar,
og álit várt er sett á Hann,
sum fór í deyðan vára vegna,
Hann reis og livir alla tíð,
Vit í hans hondum eru teknað,
og sálin livir, frelst og frí.
Og nú vit lyfta trúarskjøldur
í navni hans, sum var og er.
Hann var vár klettur gjøgnum øldir,
var borg og verja manga ferð.
Vit hoyra heimlandstónar ringja
vit hóma landið handan hav.
Inntil hann kemur, glað vit syngja
tann sang, ið Jesus okkum gav.
* Orð/lag ØB
