Ein óræddur hermaður Harrans

Sum eg fór ígjøgnum nøkur brúkt, føroysk frímerki, ið vóru send til Kristnastovu, kom eg í rúgvuni fram á frímerkið við mynd av Dánjal J. Danielsen, trúboðara, eisini kallaður Dollin. Haldi tað vera áhugavert, at søgan um henda áhugaverda og ídna trúboðara umsíðir varð søgd og givin út í bók í 2010. Tí vit vistu so lítið um mannin áðrenn. Síðani kom enntá eitt viðurkenning aftrat frá almennari síðu, tá føroyska frímerkið varð útgivið við mynd av hesum unga havnarmanni, sum av sonnum gjørdi mun  á stuttu virkistíð síni. Hann livdi í tíðarskeiðinum 1871 til 1916. 
Tað var gott, at Óli Jacobsen fór undir verkið at granska søguna um mannin, sum varð umvendur í Glasgow, 27 ára gamal, og seinni fór til Congo í samband við kristniboðsvirki. Hann fekk stóran týdning fyri viðurskiftini har, sum væl er greitt frá í bókini. Danielsen kom heimaftur til Føroya eftir aldarskifti, men var ikki heilsusterkur, sum helst var ein avleiðing av malariasjúkuni, ið hann fekk úti í Afrika. Tó var hann rættiliga virkin og ferðaðist millum bygdir í fleiri ár við evangeliska boðskapinum, væl stuðlaður av konu síni, Linu, sum hugtók fólk við sangi sínum. Danielsen var um hesa tíðina ein góður stuðul í tí nýggju samkomu, ið var komin í Føroyum, sum eitt úrslit av tí boðskapi, sum William G. Sloan bar fram. Og tað fremgongur eisini týðuligt, at hann hevur havt stóra virðing fyri “Gamla Sloan”, sum føroyingar kallaðu skotska trúboðaran á eldri árum.
D. J. Danielsen tykist at hava verið ein bráðræsin maður, men eisini ein íðin evangelistur, sum brendi fyri gleðiboðskapinum um Jesus.  V
egir Harrans eru órannsakiligir. Sloan var komin úr Skotlandi at  prædika Jesus – soleiðis sum hann orðaði seg í dagbók síni – meðan Danielsen var umvendur í Skotlandi, føðilandi Sloans.  Stutt var millum burturferð teirra. Gamli Sloan andaðist í 1914, 76 ára gamal, meðan Dollin bert var 45 ár, tá ið hann andaðist í 1916. Tað hevur verið ein svárur missur hjá tí fámenta flokki, sum savnaðist í samkomunum um hetta mundið.
Óli Jacobsen hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at lýsa søguna um ein slóbrótara í samkomusøgu okkara, og tað mugu vit vera takksom fyri.  Eg havi altíð verið hugtikin av sigandi orðunum, ið standa á gravsteini Danielsens í gamla kirkjugarði í Havn: “Ein óræddur hermaður Harrans”. Tá ið ein so kennir nakað av søguni um mannin, hevur tú eisini varhugan av, at so var. Hvør ein vitnisburður – gævi at slíkir “hermenn” eisini finnast í dag. 
ØB

You may also like...