Vitjanin á Guernsey

St. Peters Port

Oyggjaleikir eru á Guernsey í hesum døgum. Føroyingar eru við fyri at kappast við aðrar smærri tjóðir.   Áhugavert hevur verið at lesa og síggja myndir við føroyska útisetanum á oynni, Miriam Bisson av Strondum, sum er komin í samband við stóra føroyska ferðaliðið, ið vitjar í løtuni.
Miriam hevur búð á Guernsey síðani hon var ung. Maður hennara æt Bryan – ein vinarligur og dámligur maður av Guernsey – sum fór heim til Harran fyri fáum vikum síðani. Vit fingu høvi at vitja tey í 2016, og tá skrivaði eg nakrar reglur her á heimasíðuni um vitjanina. Her er nakað av tí, eg skrivaði tá.
Í Juni 2016 vóru vit á fyrsta sinni á Guernsey, har vit vitjaðu hjúnini, Miriam og Bryan Bisson. Miriam er ættað av Strondum, og hon og Bryan búgva í høvuðsstaðnum, St Peters Port. Guernsey er ein sjálvstøðug oyggj, tó undir bretskum harradømi, og tí er politiska støðan har ikki ólík tí, vit kenna heimanífrá við okkara tilknýti til Danmark. Oyggin er gróðarrík og vøkur, og vit nutu hesar dagar saman við vertsfólkum okkara.
Høvi var eisini at vera til møti í lítlu brøðrasamkomuni í St. Peters Port, bera Orðið fram har og greiða frá okkara bakgrund og virki í Danmark. Har er Miriam komin øll árini, hon hevur búð á Guernsey.  Tey vóru sera vinarlig og hjartalig, og av tí at tey ikki hava nakran klaverspælara, settu tey prís upp á, at Øssur settist við klaverið og kundi spæla undir felagssanginum.
Vit komu heimaftur, takksom fyri góðar upplivingar og gestablídni, ið okkum varð veitt hesar dagar.
Nakrar myndir frá ferðini síggjast niðanfyri. Vit minnast Bryan við virðing og takksemi, nú hann er farin, og eisini vitjan okkara hjá hjúnunum Bisson í St. Peters Port á Guernsey á sumri í 2016.

You may also like...