Jesus, tú umbroytir meg

Enska sangkvinnan, Marilyn Baker, ið er fødd í 1950, hevur verið blind, síðani hon var barn. Hon hevur arbeitt ein part av lívi sínum  sum tónleikalærari, men seinastu árini hava verið vígd til tænastu Harrans – serliga innan sang.
Marilyn skrivar tekstir og løg til teir sangir, hon syngur. Hon hevur ferðast bæði í Onglandi og øðrum londum við sangi sínum.  Sangurin “Jesus, you are changing me” – sum er at finna her í føroyskari týðing, er ein inniligur halganarsangur. Hann kann eisini finnast og hoyrast á youtube.
Sangurin varð ofta at hoyra á møtum í Kristnastovu fyri nøkrum árum síðani.

Jesus – tú umbroytir meg.
Lat við Anda tínum meir meg líkjast tær.
Jesus – tú umskapir meg,
so títt yndi síggjast kann meir klárt í mær.
Leirkerasmiður, sum evnar meg til,
hjálp mær, so eg lýðin tín vilja gera vil.
Jesus – tú umbroytir meg,
tá ið heilt og fult tú ræður yvir mær.

Orð: Marilyn Baker, Ongland (f. 1950) – Týtt: ØB

 

                                                                                                                                                                                                                                              

You may also like...