Juvel II í Randers

Missiónsskipið Juvel II var á vitjan í Randers á páskum og nakrar dagar aftaná, mannað við yngri og eldri luttakarum. Ein áhugaverd og lívgandi vitjan fyri fólkið har á leiðini og okkum, sum komu framvið og steðgaðu tveir dagar. Har vóru mong, sum komu umborð og onnur, sum komu á møti í hølunum í Dytmærsken 9 – rættiliga tætt við skipið. Har varð evangeliserað úti...

Eru dyrnar læstar?

Jesus reis við megi upp av deyðum páskamorgun. Deyðin kundi ikki halda lívsins Harra. Tað gingu tó nógvir tímar, áðrenn hetta veruliga gekk upp fyri lærisveinum hansara.   Í Keypmannahavn eru at kalla allar útdyr læstar, tí fólk vilja kenna seg trygg fyri óbodnum gestum. Og tíverri er tað ikki uttan grund.Soleiðis var eisini hetta kvøldið í Jerusalem, tá ið dyrnar vóru læstar hjá lærisveinunum...

Á, hvør er hasin maður

Um páskirnar vera vit mint á líðing, deyða og uppreisn Jesusar. Sangurin “Á hvør er hasin maður” eftir Brynleif Hansen, trúboðara,  er ein stuttur, men talandi sangur um líðing Kristusar okkara vegna.  Evangeliski boðskapurin um Jesus lá Brynleif nógv á hjarta. Hann var gripin av boðskapinum. Hin líðandi Messias, sum verður umtalaður í Esaias kap. 53, er ivaleyst í huga Brynleifs, tá ið hann skrivar...

Hildið fundir í fýrati ár

Í 40 ár hava føroyingar í Odense funnið saman til bíbliufundir og samkomur. Havnamaðurin Árni Helmsdal, sum býr í Odense saman við konu síni Vibeke, hevur verið við øll árini. At hetta hevur havt týdning prógvaði hátíðardagurin, sum hildin varð seinasta leygardag fyri at markera tey 40 árini.. Vit vóru umleið 100 føroyingar, ið hittust á Kratholmskolen í Bellinge – uttan fyri Odense. Har vóru...

Sangur røkkur inn í sálina

Erla, systir, skrivar á facebook um kórið Sangfuglarnar og síðani um mammu okkara, sum andaðist í 1994, og sangin “Loðsur tú ver mær”: “Rørandi at hoyra demenskórið Sangfuglarnar í “Við Tórði á túri”. Eg upplivdi tey á seniorsamkomu í Lívdini í fjør.Tøkk fái tey, sum brúka kreftir og tíð til at geva minnisveikum hesar upplivingarnar. Upplivingar gjøgnum kendu sangirnar og at sleppa út at syngja...

Vinur okkara, Arne Thomsen

Eg ivist í, um møtisalurin í Skovlunde Frikirke nakrantíð hava verið so fyltur, sum hendan mikudagin 28. februar, tá vit søgdu farvæl við Arne Thomsen, ið andaðist vikuna áðrenn. Áhugaverd var talan hjá Flemming Windfelt um hendan evnaríka, savnandi og livandi mannin, ið hevði verið lærari í fólkaskúlanum og væl lýddur av næminum og starvsfeløgum. Arne var ungur í sinni og hevði eitt rúmt hjarta...

Unn mær at umboða tín frið

Fyri nøkrum árum síðani var tað onkur, sum bað meg umseta hendan sangin, sum á enskum eitur “Make me a channel of your peace”. Sangurin sigst at vera tikin úr bøn eftir Fransis úr Assisi í Italia, sum livdi í 12 og 13. øld. Sebastian Temple (1928-1997) skrivaði sangin út frá hesum kendu orðum. Um orðini í Esaias 61,1 hava verið í huga høvundans, vita...

Trygdin í Kristusi

“Seyður mín hoyrir rødd mína, Eg kenni Hann og hann fylgir Mær. Og Eg gevi honum ævigt lív. Hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni”. Johs. 10. 27-28.Ein eldri maður í Føroyum, sum eg kendi væl, tosaði einaferð við ein yngri, trúgvandi mann um hetta, at kenna seg tryggan í hondum Guds og ikki vera í vanda...

Hvaðani kom navnið Kristnastova?

Onkur spurdi meg herfyri, hvaðani navnið Kristnastova kom. Hesum kundi eg lættliga greiða viðkomandi frá, tí eg minnist væl, hvussu hetta hevði sína søgu. Kanska tað eisini hevur áhuga fyri onkran annan?Tað var á sumri í 1974, at ognin á Oxford Allé á Amager var keypt til føroyska arbeiðið, ið var byrjað eitt ár frammanundan. Okkurt skuldi hetta nýggja andaliga heimið eita, og sum eg...

Lær meg tín veg

“Teach me Thy Way, oh Lord” eitur hann á upprunamálinum og er skrivaður út frá tekstinum í Sálmi 27,11: “Lær meg veg tín, HARRI”. Orð og lag til henda einfalda, inniliga sangin eru skrivað av bretanum, Benjamin Mansell Ramsey, sum livdi í tíðarskeiðinum 1849 – 1923.  Sangurin varð týddur til føroyskt fyri nøkrum árum síðani – nakað frítt tó – og hann er nr. 892...