Category: HUGLEIÐING

Gamlar gøtur

Tað var um heystið 1973, at byrjað varð at savna føroyskar útisetar á Oxford Allé á Amager. Í 1998 vóru sostatt 25 ár liðin, síðani hetta verk sá dagsins ljós. Í tí sambandi varð skipað fyri eini legu fyri fyrrverandi útisetar á Zarepta á Vatnsoyrum. Hendan legan savnaði væl av fólki saman, har høvi varð at hyggja afturá og minnast tíðina, sum farin var, syngja...

Evangeliskir tónar á skipsdekki

Eg helt hesa myndina vera hugtakandi, tí hon minnir á eina tíð, sum kanska lutvíst er farin í søguna: at møti vóru hildin umborð á føroysku fiskiskipunum. Eg var sjálvur sum unglingi ein ísfiskatúr við línuskipinum, Brestir, har mammubeiggi mín, Júst í Túni, var skipari. Minnist, at møti var í messuni tann eina dagin, har skipið fiskaði nakað  – helst hevur hetta verið sunnudag. Minnist,...

Hava vit framvegis nakrar valmøguleikar?

Fyri 20 árum síðani fóru vit inn í nýggju øldina og skuldu skriva ár 2000  á fyrsta sinni. Um hetta mundið – um jóltíðir 1999 – kom blað okkara, Boðberin, út. Hetta var eitt temablað, sum snúði seg um nýggju øldina, sum nú lá fyri framman. Eina av greinunum hevði Susan skrivað, og hon hevði yvirskriftina: Hava vit framvegis nakrar valmøguleikar?  Nú skriva vit 2020,...

Framtíðarvónin

    Tey fyrstu kristnu heilsaðu hvørjum øðrum við orðunum “Marana`ta”, sum merkir “Harrin kemur”. Latið okkum í navni Jesusar fara inn í ár 2000 við einum Marana´ta í hjørtum okkara. Soleiðis skrivaðu vit um aldarskiftið í oddagreinini í Boðberanum, sum kom út í desember 1999, beint áðrenn farið varð inn í nýggju øldina. Og hesi orð eru væl ikki minni viðkomandi, nú, ið vit...

Bygging fyri lívið

Stór bygging fer fram á økinum, har Ríkissjúkrahúsið stendur. Nýggir bygningar eru komnir undan kavið, og tú fært eyga á stórt, gult skelti hjá byggifyritøkuni við orðunum “Vi bygger for livet”.  Orð, ið helst eisini meinast symbolskt og sipa til ta uppgávu, sum Ríkissjúkrahúsið hevur. Gomlu bygningarnir eru niðurrivnir, og nýggir eru komnir undan kavi. Men á myndini, sum eg tók hendan dagin, situr eisini...

Legan í Kikhavn í 1989

Árliga legan hjá Kristnastovu, sum verður á Nordsjællands Efterskole nærkast og verður i døgunum 17 – 20. oktobur. Í mong ár var afturvendandi heystlegan hildin uppi í Kikhavn, sum liggur beint uttan fyri Hundested. Í hesum sambandi havi eg leita felagsmyndina fram frá leguni í Kikhavn í 1989 – altso fyri júst 30 áum síðani. Eisini havi eg hugt í blaðið Boðberin, sum kom út...

Fyrsti skúladagur mín

Vit eru í september mánaða, og heystið er yvir okkum. Skúlarnir eru byrjaðir aftur. Fyrst vóru tað børnini, sum fóru aftur í skúla, og síðani tey ungu, sum eru farin á eftirskúlar ella hægri skúlar. Men í hesi grein leita vit 70 ár aftur í tíðina, og vit eru í Havn í august mánaða 1949. Dagurin stendur enn klárur í hugaheimi mínum, tá eg sum...

Hondin omanífrá

Einaferð í nítiárunum kom eitt tindasvín (pinnsvín) sær í óføri við eitt kjallaravindeyga í Kristnastovu. Tað var fangað av støðuni og megnaði ikki at koma sær burtur. Tað fekk tó umsíðir eina hjálpandi hond og varð sett í frælsi. Men hetta gav eisini íblástur til eina grein, sum stóð á baksíðuni í Boðberanum, og greinin kann síggjast her.

Tá Kristnastova flutti adressu

Sum nevnt áður eru júst nú í summar 40 ár liðin, síðani Kristnastova flutti av Oxford Allé yvir á Birmavej, sum tó ikki liggur langt frá fyrru adressuni á Amager. Við hesum nýggja, stásiliga húsi fingu vit munandi betri og rúmari karmar til verkið. Flytingin av Oxford Allé, sum fór fram á hásumri í 1979, varð umtalað í føroyska útisetablaðnum Boðberin, sum kom út um...

Tankavekjandi yrkingin um mánan

  Fimti ár eru liðin, síðani lendingina á mánananum 20. juli 1969, sum miðlarnir hava gjørt nógv burturúr seinastu tíðina. Í hesum sambandi havi eg hug at taka eina yrking fram, ið var gjørd í kjalarvatninum av lending amerikumanna á mánanum. Talan er um yrkingina hjá Brynleif Hansen, har hann setti hendingina í eitt andaligt perspektiv. Hetta megnaði hann at gera á livandi hátt –...