Legur í hálva øld
Kristnastova hevur havt legur í Norðurjællandi í hálva øld. Fyrsta legan var á ”Kongelejren” við Sejerø Bugt í Norðursjællandi í februar 1976. Hetta rúmliga legustað var tá ogn hjá Apostolsk Kirke.
Arbeiðið í Kristnastovu byrjaði í 1973, og vit fingu skjótt samband við nógvar føroyingar. Trý ár eftir byrjanina hildu vit tað verið eitt hugskot at hava eina føroyska legu fyri nøkrum av teim mongu, sum vit høvdu lært at kenna – eisini uttan fyri Keypmannahavn. Páll Poulsen var júst niðri saman við fyrru konu síni, Kathie, sum tá var vorðin sjúk og gekk til viðgerðir. Hann stimbraði okkum í at fara undir hetta tiltak, og hann og Kathie komu bæði við til fyrstu leguna. Legan fekk rættiliga góða undirtøku – nærum 75 luttakarar vóru við.
Í blaðnum Boðberin stendur hetta skrivað um leguna: Veðrið var gott, staðið vakurt, og undirtøkan betur enn nakar hevði torað at droymt um. Har vóru bíbliutímar, aktuellir spurningar vóru umrøddir, og nógv áhugavert kom fram í samband við høvuðsevnið, ið var ”samfelag við Kristus og tey kristnu.” Har varð spælt, prátað og gingið túrar í fríløtunum. Atmosferan kendist løtt og livandi. Øll vóru samd um týdningin av einari tílíkari legu.
Síðani hava legur verið á hvørjum ári – tey flestu í Kikhavn uttan fyri Hundested, men seinastu árini hevur heystlegan verið hildin á Norðursjællands Efterskole.
Mangt er hent gjøgnum tey farnu 50 árini. Luttakararnir frá 1976-leguni eru spjaddir í ymsar ættir. Ymiskar vóru lagnurnar. Fleiri eru ikki longur okkara millum. Men Orð Guds, sum vit komu saman um í sjeytiárunum livir og varir. Og vit gleðast um øll, sum eru varveitt í trúnni, og sum vit síggja, tá høvi gevst til tað.
Felagsmynd og aðrar myndir frá fyrstu leguni síggjast niðanfyri.



