Kvøða til faðir

Hann var í nevndini hjá Føroyska Bíbliugrunninum í mong ár og kundi gleðast um hesa stóru bíbliuna, sum kom út í hansara tíð.
Í dag, 5. juni 2026, er pápadagur. Haldi meg síggja, at mong nýta høvi at heilsa ella minnast pápa teirra.
Eg var signaður við at hava ein sera góðan, vísan og kærleiksfullan pápa, ið eg minnist við stórum takksemi – og sakni.
Til 80 ára dag hansara 22. desember 1990 skrivaði eg ein sang, sum kann lesast niðanfyri. Hann var sungin við lagnum “Tit sum í fjøru fóru”. Friður veri við minninum um Babba, sum vit børn kallaðu hann.
Tú vart ei sum teir flestu,
ið pløgdu hav og mið,
Sum sjóargarparnir bestu,
ið fongin komu við.
Tú gekst ei runt við haka
um mýru, eyr og sand
Og tó – eg til má taka:
tú bygdi hetta land.
Tað var nú ikki hetta:
at fleyga lundar og
at reka seyð og fletta
og rópa grindaboð.
Tú hevði hugsan aðra,
sum fylti lív og sál:
at lesa og at læra
og granska móðurmál.
Tó ætlan stundum brestur,
øll mál vit røkka ei.
Órógvandi var pestur,
og skiftandi var leið.
Men berandi var brúgvin,
sum upp til himmals bar.
Og uppi bar teg trúgvin
á Hann, sum er og var.
Men havast skal í huga
ta konu, ið tú fann.
So væl hon hevur dugað
at fjálga um sín mann.
Tit byrðar hava borið,
so sterkt var kærleiksband.
Og grundað væl á Orðið
tit bygdu tykkar land.
Tit skaptu trygd í heimi
hjá børnum fýra, sum
eins væl í miklum gleimi
sum tyngru tíðunum
tó kendu ongan ótta,
har andaði av trygd.
Og einki kundi hótta
ta trúgv, á Gud var bygt.
Í roknskapi og nógvum,
sum út kom upp á prent,
í mongum tøkum tógvum
tín køna hond var hent.
Í Bíbliunnar verki
við øðrum ábyrgd tók.
Upplyfti trúarmerki,
og út kom orðabók.
Ja, blíantur og pennur
títt gylta amboð var.
So skjótt tó tíðin rennur,
men væl tú heldur tær.
Um hvítnað er á fjøllum,
tú hevjar kyndan brand.
Og omanfyri øllum
hátt hómast himmalland.
Øssur
