Mammudagur

Ídag er mammudagur, og eg minnist við takksemi mína kæru móðir. Hon var stillfør av lyndi, men samstundis sosial og umsorgsfull og opnaði fegin sítt heim fyri teimum, sum komu á leið hennara.  Mong hava sitið væl inni í barndómsheimi okkara á Dalavegnum. Vit børn av húsinum kendu okkum altíð frí at bjóða øðrum heim til okkara, har ein góður drekkamuður skjótt kom á borðið. Gestablídni og vinsemi eyðkendu heim og foreldur okkara.
Tinna varð hon kallað, men navnið var annars Anna Katrina. Hon var av Toftum, meðan pápi mín var havnarmaður, sum tó var uppvaksin í Klaksvík. Rættiliga ymisk vóru tey, men væl livdu tey saman, og tey góvu okkum tryggar karmar at vaksa upp í.
Mamma hevði sínar meiningar og sannføringar, men treivst tó best í tí stilla – og als ikki í nøkrum rampuljósi. Hon stóð á tryggari andaligari grund og var við til at mynda mína barnatrúgv, so eg skilti evangeliið og tíðliga kom til trúgv á Jesus.
Seinastu árini vóru sermerkt av svárari alzheimers sjúku, og tað var ein ógvuliga torfør tíð.  Hon var 77 ára gomul, tá hon 14. desember 1994 flutti heim til teir ævigu bústaðir, sum Harrin hevur gjørt teimum tilreiðar, sum elska Hann.
Mamma var ein vinarlig, sangglað og familjukær kvinna, sum eg minnist við stórum takksemi til Harran.

 –                                                                                                                                                                                               Øssur

You may also like...