Óbroytiligur er kærleiki Harrans
Millum teir lovsangir, vit syngja í Kristnastovu, er hesin ein av teimum afturvendandi. Hetta er ein stutt, einføld yrking, sum umtalar náði og trúfesti Harrans, ið ikki broytast í einum heimi, sum annars umskiftist alla tíðina. Orðini eru hesi:
Óbroytiligur er kærleiki Harrans.
Hans náði aldri burt takast kann,
hon er nýggj hvønn ein morgun,
nýggj hvønn ein morgun,
stór er tín trúfesti á Gud.
Orðini hava sína bakgrund í Sorgarsongunum (3,22-23), sum er ein av teim hugtungu brotunum í bíbliuni, skrivaðir eftir fall Jerusalems. Orðini eru vónarglottin mitt í øllum tí dapra, sum fór fram, og har stendur soleiðis :
Tað er náði Harrans, at tað er ikki úti við okkum, hon er ikki uppi enn. Hon er nýggj hvønn ein morgun, stór er trúfesti tín”.
—–
Sólin kemur seint á luftina hesa myrku tíð ársins. Náttin er long og morgnarnir dimmir. Men so kemur broyting í. Umsíðir lýsnar, sólin rísur í eystri – og sum enski morgunsangurin “Morning has broken” sigur tað so vakurt í einum versi:
Mine is the sunlight, mine is the morning
Born of the one light, Eden saw play
Praise with elation, praise every morning
God’s recreation of the new day.
Eftir eina myrka nátt rísur sólin og rystir náttina av sær. Ljósið vinnur á myrkrinum. Soleiðis eisini í trúarlívinum. Viðhvørt kennist tað myrkt rundan um okkum og kanska innan í okkum við. Men so er tað náði Guds, sum er nýggj hvønn ein morgun, og trúfesti hansara, sum er óbroytt. Tað er sum tað bjarta morgunljósið, ið vinnur á náttini og fær myrkrið at hvørva.
Tá ið ápostulin Paulus stríddist við ein trupuleika, segði Harrin við hann: “Náði mín er tær nóg mikið, tí kraft mín verður fullkomin í veikleika.” (2. Kor. 12,9). Náði Guds er eisini okkum nóg mikið. Hon er nýggj hvønn ein morgun – eisini tá náttin er long og dagarnir stuttir. Øssur

