Trúarstigið, ið varð tikið í 1978
Samfelagsstevnan í Ebenezer fer fram hesa vikuna og er serstøk hesaferð. Tí um vikuskiftið verða møtini flutt niðan til stóru hølllina á Tjarnum. Tað er ikki roynt áður.
Hetta leiðir tankar mínar aftur til samfelagsstevnuna í 1978, sum var heilt serstøk fyri meg. Tí umframt at vera við til møtini tað árið, hevði eg nøkur serlig ørindi. Í skjáttuni hevði eg nakrar upplýsingar um eitt stórt hvítt hús á Birmavej 36. Og eg hevði eina mynd av húsinum við.
Vit vóru komin við einum heldur djørvum uppskoti, sum var at keypa húsið á Birmavej. Kristnastova á Oxford Allé var vorðin ov trong. Flokkurin, sum savnaðist har, var vaksin við árunum, og eingir møguleikar vóru at víðka um húsið. Vit kendu á okkum, at húsið á Birmavej kundi vera rætta loysnin, tí tað rúmaði nøkrum møguleikum, sum vit ikki høvdu á Oxford Allé. Harumframt kendu vit eisini, at Harrin á serstakan hátt hevði víst okkum á hetta hús.
Og so var spurningurin, um nakar kjansur var fyri, at brøðurnir í Føroyum kundu taka undir við hesum. Samkomurnar heima høvdu dyggiliga stuðla keypinum av Oxford Allé. Kundi tað hugsast, at tær enn einaferð fóru at taka eitt lógvatak saman við okkum?
Eg hittist á fundi við nevndina fyri Kristnastovu, sum eg hevði havt samband við um hetta mál. Húsið kostaði rættiliga nógv í tátíðar peningi. og hetta fór at vera eitt stórt tak, um vit valdu at keypa.
Nevndin helt tað vera beinast at hava ein breiðari fund við leiðandi brøður innan samkomurnar í Føroyum.. Og so varð skipað fyri serligum fundi leygardagin, eftir at samfelagsmøtini høvdu verið.
Uppmøtingin hendan dagin vitnaði um ein stóran áhuga fyri hesum máli. Fundurin var hildin í Nýggjustovu í Ebenezer – einum hølum á ovasta hædd. Ein minniligur fundur, har fleiri tóku orðið. Skjótt merkti tú á monnum, at tað var eitt stórt hjartalag fyri Kristnastovu. Tað var tosað væl um verkið í Keypmannahavn, sum nú trongdu til betri karmar. Eg gloymi ikki tann samfelagsanda, sum var tilsteðar, sum eisini førdi til eina samsinta avgerð um at reisa pening til keyp av húsinum. Og óneyðugt at siga, takksom vóru vit.
Onkrir trupuleikar vóru, sum førdu við sær, at endaliga keypið fór fram árið eftir t.v.s. í 1979. Men so kom tað eisini í rættlag. Í dag kunnu vit gleðast um eitt trúarstig, sum varð tikið eftir samfelagsstevnuna í 1978, ið hevði stóran týdning fyri verkið heilt fram til dagin í dag.
Nú í 2025 er flokkurin, sum savnast við okkum viku eftir viku, vaksin enn meira. Tað er at gleðast um. Tosað verður um útbygging, so vit kunnu fáa enn betri umstøður at taka ímóti fólki. Tað er eitt bønarevni, sum vónandi fleiri fara at standa saman um. Helst fara vit at hoyra meiri um tað í komandi tíð.
– Ø

