Kunnger, mín sál
Hin háborni enski sálmurin ”Tell out my soul” er skrivaður við tekstinum í Lukas 1. 46-55 í huga. Har vitjar Maria skyldkonu sína, Elisabet, eftir at hon er vorðin við barn og skal føða Jesus, frumborna son sín og frelsara heimsins. Maria tilbiður Harran við orðum, sum ganga aftur í hesum sálmi.
Tað er enski bispurin, Timothey Dudley-Smith, sum skrivaði sálmin í 1962, ið sæst her í føroyskari týðing, gjørd í 2015.
Kunnger, mín sál, hin mæta dýrdardrott,
hvørs signingar ei kenna mørk og mál.
Hans lyftisorð meg lívga, veita mátt,
í Gudi mínum fegnast skal mín sál.
Kunnger hans navn – tað navn av øllum ber,
sig frá tí verki, hond hans hevur gjørt.
Frá øld til øld óbroytt hans náði er,
hans navn er heilagt, undurfult og stórt.
Kunnger hans mátt, her víkja mugu vøld,
og niður níga harradømi vond.
Til skammar verða hjørtu stolt og køld,
Hann føðir svong og rættir veikum hond.
Kunnger, mín sál, Guds dýrd í Orðinum,
hans lyfti halda, og hans hond er sterk.
Guds stórleika sig frá – tí náði, sum
í øllum ættarliðum ger sítt verk.
*Timothey Dudley-Smith. Týtt: ØB

