Lega á NE einaferð enn
Hósdagin 16. oktober byrjar heystlegan hjá Kristnastovu, sum verður hildin á Norðursjællands Efterskole, ið er tætt við býin Helsinge – nakað sunnan fyri Gilleleje. Á skránni vera bíbliutímar, løtur fyri børn, postarenning og legubál. Eisini verða lovsongsløtur, og breyðbróting verður leygarkvøldið.
Hjúnini Erla og Ingvard Petersen luttaka á leguni. Tey hava áður virkað sum trúboðarar í Venezuela, og Ingvard fer at hava bíbliutímarnar á leguni hesaferð.
Hetta er 23. árið, at legan verður hildin á hesum skúla. Tó var eingin lega í 2020 vegna korona farssóttina.
Vit hava havt nógvar signaðar dagar á Kristnastovulegum í tíð, sum farin er, og biðja eftir, at Harrin enn einaferð skal vitja okkum við signing síni.

