Vinir fylla sjeyti
Myndin her er tikin á einari “reunionsamkomu” hjá Kristnastovu í 2014, hildin í Ebenezer í Havn. Á pallinum standa Richard Schwartson og Jóannes Hansen, og hugleiða um útisetatíðina í 70unum og 80unum, meðan vit onnur lurta. Stórur skari er samankomin í Ebenezer hetta kvøldið.
Richard og Jóannes eru báðir úr Klaksvík, og eru javnaldrar og vinmenn. Leygardagin 16. august fór Richard um tey sjeyti, og tað ger Jóannes í dag, 19. august.
Báðir komu til Keypmannahavnar í íbúgvingarørindum í 70unum. Hendan tíðin var ikki sørt merkt av teim rembingum, sum sokallaða 68-generatiónin hevði við sær, ið eisini ávirkaði ungar, lesandi føroyingar. Tó vóru tað nógvir teirra, sum leitaðu út í Kristnastovu á Oxford Allé, ið hevði byrjað sítt virksemi í 1973. Har var andaligur felagsskapur við orði Guds og sangi á móðurmálinum.
Richard og Jóannes gjørdust dyggir stuðlar í verkinum her. Luttóku mangan á møtum og tiltøkum. Vit høvdu í nógv ár eitt blað, kallað Boðberin, sum kom nokk so víða kring landið. Blaðið var ein rødd í einum tíðarskeiði, har nógvar alternativar røddir vóru at hoyra. Millum teirra, sum stjórnaðu blaðnum fyrru árini, vóru Richard og Jóannes.
Farið varð eisini undir legur í Norðursjællandi í hesari tíðini. Ógloymandi dagar á Kongelejren, Høve og Kikhavn renna fram í huganum. Í 1979 var nýggja Kristnastova keypt, sum samkomurnar í Føroyum stóðu saman um. Tað var eitt rættiliga stórt tak tá, men kom væl við í einum vaksandi verki. Millum teirra, sum hildu andaliga skansan her, vóru Richard og Jóannes.Men annað hendi eisini í 70unum. Í 1977 giftist Richard við Onnu Kjærbo úr Havn. Hjúnini eiga døturnar Noomi, Judith og Mariu. Tey áttu eisini sonin Osbjørn, sum bert livdi í 13 mánaðar. Jóannes giftist í 1978 við Sannu í Túni av Toftum, sum var millum tey allarfyrstu, ið savnaðust í fyrru Kristnastovu á Oxford Allé. Tey eiga døturnar Randi og Elisabeth.
Mong ár eru farin síðani útisetaárini. Í dag býr Richard í Havn og Jóannes á Toftum. Sólin er farin eitt vet vesturum, nú 70 árini eru rokkin. Men triðju ættarliðini, sum komin eru, geva skilliga “teim gomlu” stóra gleði. Harumframt eru Richard og Jóannes virknir menn á fleiri økjum – andaliga og tímiliga. Tori eisini at siga, at Kristnastova framvegis hevur eitt pláss í hjørtum teirra.
Góðu tit, Richard og Jóannes. Susan og eg takka hjartaliga fyri samfelag og vinalag heilt frá 70unum til dagin ídag. Til lukku við rundu døgunum og Harrans ríku signing ynskja vit tykkum og øllum tykkara.
Øssur

