Jákup sjeyti
Hósdagin 31. juli fylti Jákup Jacobsen 70 ár. Jákup er ættaður úr Porkeri, er búsitandi í Havn og m.a. kendur frá Akstovuni, har hann var stjóri í mong ár. Føðingardagin helt hann her í Danmark saman við konuni, Sunnvu, døtrunum Maluni og Fríðu, versynunum Benny og Martin og barnabørnunum, sum eru fýra í tali.
Jákup og Sunnva hoyra til tað ættarliðið av føroyingum, sum savnaðist við okkum á Oxford Allé í 70unum, stutt eftir at arbeiðið í Kristnastovu var byrjað. Tey vóru góðir stuðlar í einum vaksandi verki. Jákup tók sær m.a. av avgreiðsluni av blaðnum Boðberin, sum kom út nakrar ferðir um árið og náddi út til nógvar føroyingar kring landið.
Jákup var ein teirra, sum um aldarskiftið byrjaði nýggju samkomuna, Lívdin, í Hoyvík, har hann hevur verið virkin í mong. Har savnast eisini nógvir fólk, sum vit kenna frá tíð teirra sum útisetar í Danmark.
Harumframt hava Jákup og Sunnva staðið fyri fleiri “reunionsamkomum”, har fyrrverandi útisetar hava savnast, sungið og hugleitt um tíðina herniðri og tann týdning, hon hevði. Tá Kristnastova fylti 25 ár í 1998, skipaðu tey eitt nú fyri einum serstøkum tiltaki á Zarepta, sum fekk heilt góða undirtøku. Sí mynd niðanfyri.
Góði Jákup – takk fyri trúfast vinalag og samfelag gjøgnum farnar tíðir. Vit ynskja tær, Sunnvu og øllum tykkara Harrans ríku signing og vernd á leiðini framá.
Øssur
Mynd frá 25 ára haldinum á Zarepta í 1998, har tað er felagssangur í matarhøllini. Sunnva og Jákup síggjast millum fyrrverandi útisetarnar: Ólavur og Jóannes á Váli, Ólavur Jøkladal og Jóannes S. Hansen.


