Við Orðinum inn í 2025

Føðingardagurin hjá Andrew, eldra syni okkara, var 20. desember. Hann ynskti sær eina nýggja føroyska bíbliu, og hana fekk hann frá okkum. Abbi hansara var við til at geva fyrstu føroysku bíbliuna út í 1949, so eg havi hug at síggja hesar myndir í søgunnar ljósi. Hugsi um orðini í sálminum hjá Grundtvig, sum siga tað so væl og eisini er ein bøn fyri okkara eftirkomarum:
Guds orð er ogn og arvur tann,
vár ætt, várt avkom eigur.
Gud, gev, um okkum sigast kann,
at vit tað vístu heiður.
Tað er vár hjálp í neyð,
vár troyst í lív og deyð.
Hoyr, Harri, hesa bøn,
veit okkum hesa løn,
at ættin Orðið arvar.
(Victor Danielsen týddi)
     Og ja – vónandi megna vit at geva Orðinum tað pláss og tann heiður, sum tað eigur – eisini í hesum nýggja ári 2025.

 oberghamar@gmail.com

You may also like...