Tá eitt heim gerst øskukalt
Í dag, sunnudag 22. desember, vildi pápi mín, Sigurd Berghamar verið 114 ár, um hann hevði livað. Hann andaðist á Handarastovu á Lágargarði 21. juli 2003, 92 ára gamal. Mamma, sum eisini hevði verið eina tíð á somu deild á Lágargarði, andaðist 14. desember 1994, 77 ára gomul.
Eftir at okkara kæri faðir var fluttur yvir á Lágargarð, skrivaði eg hesa greinina í blaðið BOÐBERIN, sum kom út í november ár 2000:
Fyri stuttum flutti pápi mín frá barnaheimi mínum við Dalavegin niðan á røktarheimið Lágargarð. Hann verður 90 ár í komandi mánað, so eg eri takksamur yvir at hann er komin í góðar hendur á deildini, ið kallast Handarastova, nú ið krefturnar ikki eru tær somu, sum áður. Handarastova var eisini deildin, har mamma mín kom at vera sínar seinastu dagar, hon livdi her á foldum.
Men sjálvandi nemur hetta við eymar streingir í sálini. Heimið, ið einaferð var fult av lívi og ljóði, er vorðið øskukalt. Tað er vorðið kvirt undir lonini, ið hevur útsýnið yvir Nólsoyarfjørð av loftsvindeyganum. Einaferð var tað miðdepulin í familjulívinum hjá børnum og barnabørnum. Og mangir vóru teir gestir, ið stukku inn á gólvið, har mamma altíð var tilreiðar við einum góðum drekkamunni. Har hoyrdist mangt áhugavert prát, bæði um andalig og tímilig evni.
Mamma hevði sínar egnu meiningar, sjálvt um hon ikki var ein “almennur” persónur. Við grøv hennara í nýggja kirkjugarði standa orðini, ið pápi mín so beinrakið setti saman: “Her vart tú heimið – nú ert tú heima.” Hann hevur sjálvur verið ein lesandi og skrivandi maður, og tað merkti heim okkara. Men nú er sjónin farin, og hann má hava hjálp, hvørja ferð hann skal nakrastaðni.
Hetta er tað sum vit kalla fyri lívsins gongd, hóast vit ikki altíð vilja góðtaka tað sum ein part av lívinum. Tað, sum tóktist trygt, er ikki til longur. Ein klettur í lívinum er svunnin. Tað er vorðið kalt at leita aftur til teir veggir, sum fjálgaðu um sálina einaferð. Tað er øskukalt – og tó – tað logar ein annar eldur, ið tíðarinnar tonn ikki kann tæra. Til ein merkisdag hjá móðir og faðir míni skrivaði eg eina heilsu upp á rím, har eg ynskti at veita teimum eina tøkk fyri tað góða heim, tey høvdu givið okkum fýra systkjum. Tað eina versið kemur her – og kanska kunnu fleiri av lesarum mínum kenna seg aftur:
Tað heimið er signað, har kærleikans eldur,
kann brenna við megi og lýsa so bjart
Tá samljóðið er millum børn og foreldur,
ið gera kann heimið mót ódnini vart.
Har faðir og móður við kærleikans hond,
í barnanna sinni og sál
Guds orð letur ljóða at lýsa og leiða
hvørt stig og hvørt endamál.
Tað er vorðið øskukalt í einum heimi, har áður var hiti og hugni. Men út frá tí brendi ein annar eldur, ið ikki kann sløkna.
– Øssur
oberghamar@gmail.com