EVR fekk nýggja heimasíðu

EVR er stytting fyri navnið Evangeliska Røddin, sum í mong ár hevur sent evangeliskar útvarpssendingar, fyrst úti í heimi gjøgnum Trans World Radio, men seinni árini gjøgnum nærvørp í Føroyum, sum eisini kunnu hoyrast á netinum. Harumframt stendur EVR ofta fyri beinleiðs stroyming av serstøkum møtum – har seinasta dømi var møtini frá Ebenezer á ólavsøkuni, ið EVR sendi. Og ymsu stroymingarnar liggja eisini á netinum, so tær kunnu framvegis síggjast.
Fyri stuttum fekk EVR nýggja heimasíðu, sum er meira livandi og nokk eisini gevur neyvari yvirlit yvir nógva tilfarið, ið er tøkt.  Har kann ein lesa um tær aktuellu sendingar, sum sendar verða, umframt at annað tilfar verður lagt út, sum verður mett at vera viðkomandi. Heimasíðan eitur www.evr.fo

 

You may also like...