Tá ið kongurin kom

 Eg minnist væl frá mínum barnaárum, at Fríðrikkur kongur níggjundi kom á vitjan í Føroyum. Minnist stásiliga kongaskipið, Dannebrog, sum legði til bryggju í Havn, minnist horntónleikin og hátíðardámin, sum fylgdi við vitjanini. Helt tað vera undarligt at rópa hurra níggju ferðir, men skilti boðskapin – at hetta bara var gjørt við kongavitjan.
Eg síggi framvegis fyri mær henda hábærsliga mannin í myrkum uniformi, sum fór til gongu frá skipinum Dannebrog og helt saman við øðrum vælafólki leiðina niðan móti miðbýnum. Hann veittraði við sínum hvítu handskum til fjøldina, tá hann fór framvið Bursatanga, meðan vit smádreingir runnu aftaná. Veðrið má helst hava verið gott hendan dagin, tí túrurin av bryggjuni og inn í miðbýin var merkt av harmoniskum veitsluróma, har fólk flaggaðu og heilsaðu.
Men hetta var ikki myndin, tá ið kongur konga og skapari heimsins kom inn í hendan heim. Tað var ikki merkt av einari glæsiligari móttøku, hornblástri, talum og sangum. Rætt er tað, at einglarnir tilbóðu Gud á Betlehems markum. Men tað var ikki “fyrireikað” og kom púra óvart á nakrar friðarligar seyðamann, sum høvdu vakt yvir fylgjum sínum. Orðið letur okkum eisini vita, at tá ið foreldur Jesusar komu til Betlehem, har Jesus skuldi verða føddur var “ikki rúm fyri teimum í herberginum.”
Spurningurin er framvegis háaktuellur. Hvørja móttøku fær Jesus í dag? Er heimurin broyttur nakað sum helst? Og hvussu við tær og mær? Vit kenna søguna, syngja við í jólasangunum og eru partur av øllum stásinum um hátíðina, men lættliga kunnu vit gloyma tað týdningarmesta av øllum. Er rúm fyri Jesusi í gerandisdegi okkara? Hvat pláss hevur Hann í hjørtum, lívum og heimum okkara. Hvussuleiðis ávirkar    Hann okkara tankaverð, sjónarmið og avgerðir? Hvussu ávirkar Hann okkara kalendara, pengamappu og raðfestingar?
Nøkur okkara vilja kanska minnast løtuna ella tíðina, tá vit komu til trúgv á Jesus og opnaðu hjørtu okkara fyri Honum. Tað var tann móttøkan, ið var mest týðandi av øllum. Men kanska eru tað øki í lívi okkara, har hann ikki er sloppin framat. Øki, sum vit halda fyri okkum sjálvi. Kanska okkurt er hent á lívsleiðini, sum ger, at Jesus í dag stendur uttan fyri hjartadyr tínar.
Hvat tað er, vita vit nokk best sjálvi. Men sama hvat tað er, so kunnu vit bera tað til hansara. Vit kunnu bjóða honum inn av nýggjum. Og tað kanst tú gera í persónligari bøn, hvar tú bjóðar honum at koma inn í lív títt. Minst til, at Hann er Harri harra og Kongur konga, men hann kemur bara har, sum hann er vælkomin.
 –                                                                                                                                                                                                  Øssur

 

You may also like...