Páskaboðskapurin í orðum og tónum
Hetta var heitið á sangsending við Ebenezerkórinum, sum Kringvarpið sendi skýrisdag 29. mars. Hetta var tó ein eldri sending, upptikin í Norðurlandahúsinum í 1992.
Vit vóru í farloyvi í Føroyum í nakrar mánaðar í 1991/92, tá ið hendan sendingin varð til og og upptøka varð gjørd fram móti páskum. Stigtakari til sendingina var vist Ragnar C. Joensen, sum tá arbeiddi í Sjónvarpinum. Táverandi sjónvarpsstjóri, Jógvan Asbjørn Skaale var vertur, meðan Alexander Samuelsen og undirritaði fingu uppgávuna at greiða nærri frá sangunum.
Nú 26 ár aftaná er tað áhugavert at síggja hendan fjølmenta skaran av fólkið, sum mannaði Ebenezerkórið um tað mundið – ikki minst tey mongu ungu, sum vóru í kórinum tá. Haldi eisini tað er hugtakandi at hoyra breiða úrvalið av páskasangum, sum vóru á skránni.
Tíðin stendur ikki í stað, og fleiri av teim syngjandi eru í dag heima hjá Harranum. Vit minnast tey við takksemi og gleðast um, at onnur hava tikið við.
Sendingin kann síggjast og hoyrast HER
– Øssur