Tá eg við krossin syndatyngdur stóð

Thorsgade-sangbókinSangurin, sum byrjar við  yvirskriftini omanfyri, stóð í tí gomlu sangbókini “Salmer og sange”, sum samkoman í Thorsgade 40 á Nørrebro plagdi at nýta. Hesin stutti sangur plagdi viðhvørt at vera sungin á møtum í donsku samkomuni og hevur ein tekst við einum persónligum vitnisburði.  Sangurin tóktist mær vakur og inniligur – bæði í lagi og boðskapi – og tí royndi eg at umseta hann til føroyskt fyri umleið 25-30 árum síðani. Høvundan havi eg ikki enn funnið fram til, men sangurin er nú komin við í í Nýggju Sangbók og er nr. 529.
Vakra lagið verður brúkt til ein kvøldsálm eisini, og eg  gjørdist bilsin nakað síðani, tá eg hoyrdi tað í sending hjá Kára Sólstein í Kringvarpinum, vakurt spælt av Havnar Hornorkestri.
Tað liggur nú á youtube undir:  https://www.youtube.com/watch?v=MwNQZkTX7Jg

Yrkjari ókendur.  Týtt: ØB                                                                                   nóti  NÓTAR HER

Tá eg við krossin syndatyngdur stóð,
frelstur eg varð ígjøgnum Kristi blóð .
Har fann eg frið, mín sál fekk trygga grund,
akker í lívi og í deyðans stund.

Merktur av synd og uttan mál og mið
livdi eg uttan Kristus, uttan frið,
men tá eg knústur stóð við krossins fót,
fekk eg í Kristi blóði heilsubót.

Loystur eg varð – mær birtist lívið nýtt .
Ein nýggjan sang eg fekk í hjarta mítt .
Nú fram mót Himli syngur sál mín fró
sangin um Jesus og hans dýra blóð .

Lat meg leggja aftrat: at undir einar samkomulegu á Zarepta fyri fleiri árum síðani segði ein kvinna við meg, at hennara egni, persónligi vitnisburður kom beinleiðis fram í hesum sangi – serliga var tað annað ørindi, hon hugsaði um. Áhugavert at hoyra, og eg kundi so læra hana og onnur lagið til sangin, sum tey ikki kendu frammanundan.

You may also like...