Á vitjan í Guernsey
Ikki ólíkt Føroyum Susan, Miriam og Bryan Í blómuprýddum umhvørvi
Í Juni vóru vit á fyrsta sinni á Guernsey, har vit vitjaðu hjúnini, Miriam og Bryan Bisson. Miriam er ættað av Strondum, og hon og Bryan búgva í høvuðsstaðnum, St Peters Port. Guernsey er ein sjálvstøðug oyggj, tó undir bretskum harradømi, og tí er politiska støðan har ikki ólík tí, vit kenna heimanífrá við okkara tilknýti til Danmark. Oyggin er gróðarrík og vøkur, og vit nutu hesar dagar saman við vertsfólkum okkara.
Høvi var eisini at vera til møti í lítlu brøðrasamkomuni í St. Peters Port og bera Orðið fram har og greiða frá okkara bakgrund og virki í Danmark. Tey vóru sera vinarlig og hjartalig, og av tí at tey ikki hava nakran klaverspælara, settu tey prís upp á, at Øssur settist við klaverið og kundi leiða teir sangir, hann kendi.
Annars kenna flestu føroyingar Guernsey mest frá Oyggjaleikunum, og í tí sambandinum hava fleiri ítróttarfólk verið á oynni. Men hetta var so fyrstu ferð, vit vitjaðu – og vit komu heimaftur takksom fyri góðar upplivingar og gestablídni, ið okkum varð veitt hesar dagar.