Borin á hans herðum

                                                Yrkari ókendur. Týtt: ØB                  NÓTAR – trýst her

Borin á hans herðum
gjøgnum lívsins stríð,
gjøgnum ljósar gøtur,
borin alla tíð.
Har kann trygt eg hvíla,
sálin frøir seg.
Hann er hjá mær altíð,
tí hann elskar meg.

Staddur við hans hjarta,
sál mín frelst og frí.
Einki meg úr hond hans
rívur nakrantíð.
Loysnari mín er hann,
tí hann gjørdi frið
við tí dýra blóði,
hann meg keypti við.

Navn mítt væl hann kennir,
Jesus, Harri mín,
stígur mína vegna
fyri Faðir sín.
Borin gjøgnum lívið
og um deyðans dal.
Heim til hvíld og sælu
hann meg leiða skal .

  Thorsgade-sangbókin      Sangurin “Borin á  hans herðum” talar einfalt um trygdina, vit eiga í Kristusi. Hann  stóð í gomlu, donsku sangbókini “Salmer og Sange”. Samkoman í Thorsgade – seinni Brønshøj – plagdi at nýta hesa sangbók á møtum teirra.  Sangurin er helst týddur einaferð í 80-unum.

You may also like...