Mær birtist í huga

Tað var vist einaferð í 1983-84, at Sunneva Háberg nevndi hendan sangin fyri mær, sum hon var so hugtikin av og kendi frá svenskum undir navninum “En främling från Galileen”.  Sangurin er annars enskur, og verður har kallaður “Stranger from Gallee”. Sunneva vildi fegin vita, um sangurin kundi týðast, og tað royndi eg so, hóast tað ikki var so lætt.  Sangurin kom nú at vera millum teir solosangir, sum Sunneva tók fram og sang á møtum í Føroyum. Og nú er hann komin í Nýggju Sangbók og stendur har sum nr. 109.

Mær birtist í huga, eg stóð ein dag
við Genezarets strendur, har
ið savnað var fjøld um ein fremmandan,
sum úr Galilea var.
Eg sá, at hann nam við ein blindan mann,
sum brátt síggjandi, fróur gekk .
Hin lamni, sum einsamur, bundin sat,
nýggja styrki í øklar fekk .

     Á, eg kendi meg drignan at honum,
hans náði, hans signaða brá.
Hesum fremmanda úr Galilea
gav eg hjarta mítt heilt júst tá.

Hann talaði orð, sum fekk bylgjurnar
við eitt til at leggja seg.
Hans myndugleiki fekk stormarnar
at bráðtagna beinanveg.
Í hond hans eg legði mítt lív, mítt alt,
tá hann talaði til mín milt.
Hvør bylgja brátt legðist, hvørt boðabrot
fyri orðum hans: Tig, ver stilt.

Ta náði, sum andlit hans lýsti av,
eg ongantíð gloyma kann,
tá eg í syndanna myrkri gekk,
og undurfult hann meg fann.
Eg eyguni fekk á tey merki djúp,
hann í hondum og fótum ber.
Mín Frelsari gjørdist hin fremmandi,
sum nú vinur mín vorðin er .

Orð/lag: Lelia N. Morris. Týtt: ØB

You may also like...