Hvussu long tíð er tað

Orð: Mosie Lister   Týtt: ØB

Hvussu long tíð er tað,
síðan tú lást á knæ,
fyri Jesusi opnaði hjartað,
og tú rópti á hann,
inntil myrkrið burt svann,
og tað lýsti av degi tá .
Á, tú minnist ta tíð,
tá tín sál var so frí,
og so óspilt og reint var títt hjarta .
Sig mær, gloymdi tú hann,
tann vinin, tú fann,
sum tú talaði við hvønn dag .

Einki var tær so ríkt,
sum tá lív títt var vígt
til Jesus og Jesus aleina,
men so kom okkurt inn,
so títt hjarta og sinn
ikki brendu í tær sum fyrr .
Men nú býður hann tær,
at tú koma skalt har,
sum tú fyrr plagdi við hann at tala .
Kom í samband við hann,
tann vinin, tú fann,
sum teg elskar og er tær nær .

Sangurin varð umsettur umleið 1970 og fyrst sungin av Sangbrøðrum, men finst nú á fleiri                 fløguútgávum. 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.