Lær meg tín veg
Orð/lag: BENJAMIN MANSELL RAMSEY. Týtt: ØB
Gud mín og frelsari,
lær meg tín veg.
Tu, sum ert kærleiki,
lær meg tín veg.
Gakk tú mær tætt við lið,
ljós tú mær veit og frið,
kraft til hvørt trúarstig,
lær meg tín veg!
Fjalir seg himmalin,
lær meg tín veg.
Myrkjast mær sál og sinn,
lær meg tín veg.
Ljós títt lat lýsa bjart,
reka burt myrkrið svart,
og – er mítt hjarta sært,
lær meg tín veg.
Hvat enn mín lutur er,
lær meg tín veg,
inntil eg einaferð
síggja skal teg.
Eyga mítt málið sær,
kransurin bíðar mær,
inntil eg eri har,
lær meg tín veg.