Krossins boðskapur

Ein eldri kona var einaferð á veg út í Kristnastovu, men hevði trupult við at finna fram til húsið á Birmavej 36 á Amager. ”Men so fekk eg eygað á føroyska flaggið”, segði hon og strálaði sum ein sól. Flaggið var bæði vegvísari og ein fløvandi heilsan. Eg haldi, at øll vit, ið búgva uttan fyri Føroyar, kenna til hesar kenslur: at tað rørir við nakrar streingir í hjørtum okkara, tá vit síggja føroyska flaggið veittra við tess føgru litum – ikki minst, tá vit eru eru stødd uttanlands.
Men sum vit líta at hesum prýðiliga plaggi, so lat krossin í tí vera eina áminning um tann týdning, sum evangeliski boðskapurin hevur havt fyri føroysku tjóðina. Tí hann er óloysiliga tengdur til kross Kristusar.
Boðskapurin um krossin er ein lívsins boðskapur, hóast hann minnir okkum á deyða sonar Guds. Tað var uttan fyri Jerúsalem, at vón varð birt fyri eina falna mannaætt, sum var komin burtur frá skapara sínum. Tað var har, at menniskjað fekk ein nýggjan kjans. Tað har har, ið bøtt varð fyri synd tína og mína eina ferð fyri allar. Og hvør tann, sum nú kemur til kross Kristusar við synd síni, fær fyrigeving, frelsu og ævigt lív.
Krossurin á Golgata var ikki fagur á at líta, tá lívsins Harri hekk á honum. Har vóru eingir bjartir litir. Eingi fagnaður og eingin sigursrómur – tvørturímóti. Har varð kongur lívsins háðaður, píndur og krossfestur. Har varð rættvísin avrættað av gudleysum monnum. Men um somu tíð varð størsti sigur nakrantíð vunnin har. Sigurin yvir syndarinnar, deyðans og ónskaparans valdi, tí at Kristus vísti seg sum sigurharra á krossinum og reis upp av deyða triðja dagin.
Gleðiboðskapurin springur út frá krossi Kristusar – og tí er tað, at Paulus, sum annars hevði nógva ”religiøsa” vitan og var førur fyri at halda veldigar talur, stundum valdi at halda seg til tað einfalda: Kristus á krossinum. Hann sigur t.d. í einum av brøvum sínum: Eg setti mær fyri einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus og hann krossfestan (1. Kor. 2,1).
Mátti krossurin í okkara vakra flaggi eisini verið støðug áminning um tað stórhending sum fór fram fyri 2000 árum síðani – soleiðis sum vit plaga at syngja:
Kristus á krossinum fell á teg
heimsins hin stóra neyð.
Kristus, tú toldi har fyri meg
pínslur og bann og deyð.   

Himmalski Faðirin rætti har
sálini falnu hond,
stríðið hitt stóra tá stillað var
slitin øll deyðans bond.          (fyrstu versini av nr. 204 í NSGF)                   Ø.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *