Summartíðin gylta

Susan og eg vóru við synum okkara í farloyvi heima í Føroyum nakrar mánaðar í 1983/84.  Vit vóru við til summarlegurnar á Zarepta, har sangurin rungaði við megi millum luttarakar. Mær tóktist, at ein sangur vantaði í, sum setti orð á summarið og vøkru náttúruna rundan um legustaðið á Vatnsoyrum. Og so vórðu orð og lag gjørd, og sangurin introduseraður millum luttakarar á Zarepta.
Nakað eftir hetta tók Jógvan á Lakjuni sangin við á eini útgávu við bólkinum Bros, sum nokk hevur gjørt, at fleiri kenna sangin í dag. 

Nú er summartíðin gylta – hoyrið fagran fuglasong,
grasið stendur sveimandi og sóljuskrýtt.
Summardáin upp seg toyggir,fagurt er um bø og ong,
og teg kínir milt um ennið lotið lýtt.

Vit Tær takka, kæri Faðir, fyri ársins ljósu tíð,
fyri lýkku, lív og lit um land og hav.
Mest av øllum Tínum kærleika vit vilja gleðast í
og Tær lova fyri Sonin, ið Tú gav.

Tjaldrið spennir sínar veingir og fer flagsandi framvið,
spógvin titar runt á teigum her og har.
Ternan verjir væl um ungar sínar: lat teir fáa frið!
Lundin ytst á egg so spelkin brettir sær.

Seyður liggur trygt í haga – sæst um dalar og um skørð,
pollamjørkin rekur fram við fjallatrom.
Sólin kagar fram í glottum – setur lit á fjall og fjørð,
og við sjóvarmálan damlar æðan tom.

Sólin setur – kvirra legst um land og kyrrindi um sund.
Ljós er náttin – nú er logn á hvørji vág.
Eg má lova mínum Gudi, áðrenn eygað fer í blund
fyri allan vakurleikan, ið eg sá.
* Orð og lag: ØB. 

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *